Ketta á smáfuglaveiði

- Vit vita at ketta tekur fugl, men ilt er at siga, hvussu umfatandi henda veiða er, og hvat hetta merkir fyri smáfuglastovnin, sigur Andrias Reinert

Kettur

Kettan, vit síggja á hesi myndini, hevði herfyri klintrað sær uppí eitt træ við Dalavegin í Havn. Uppi trænum sat ein ørgrynna av smáfuglum, og henda møguleika læt kettan ikki á sær sita. Men lítið kom burtur úr hjá henni. So skjótt, hon nærkaðist hæddini, lættu fuglarnir sær á og flugu sín veg. Eftir sat kettan uppi í trænum og átti nú túrin niðuraftur. Hóast hon neyvan kennir danska orðafellið, "Højt at flyve, dybt at falde", var hon ikki eins trygg á beinunum, tá ið hon skuldi koma sær niðuraftur úr trænum, sum tá ið hon so hugagóð krøkti seg uppeftir greinunum.
Men niðuraftur kom hon í øllum góðum.
Ongul í reyv!

Taka smáfugl

At ketta tekur smáfugl, eru mong dømi um. Tú kanst síggja kettu við smáfugli, sum hon hevur tikið. Nærkast tú, rýmir hon við fonginum, har eingin tekur hann frá henni.
Men hvussu umfatandi man henda veiða so vera? Sosialurin hevur spurt Andrias Reinert, ið hevur stóran áhuga fyri náttúruni og tí, sum livir og andar í henni.
- Vit vita, at ketta tekur fugl, men eg veit ikki at siga, hvussu umfatandi henda veiða er, og eg dugi heldur ikki at siga, hvønn týdning hetta hevur fyri smáfuglastovnin.
Andrias sigur, at tey hava havt ein músabróð um húsini á Villingardalsvegnum í longri tíð, men knappliga ein dagin var gesturin burtur.
- Konan, Tóra, helt fyri, at nú mundu onkur ketta hava gjørt enda á honum.
Andrias heldur, at tað serliga eru smáfuglaungarnir, sum kunnu vera lætt offur hjá kettum, eitt nú staraungar.
- Eg havi eisini lagt til merkis, at deyðar hvørkveggjur kunnu liggja og rekast.
Hann sigur seg hava skilt, at ketta dámar ikki kjøtið í hvørkveggju, og tí etur hon tær ikki. Annars heldur hann, at ketta vanliga etur fuglin, hon tekur.

Legst í haga

Andrias vísir á, at á fuglaplássunum eru teir ikki so glaðir fyri kettuna, tí teir halda, at hon kann leggjast á smáu ungarnar, sum ongan møguleika hava at verja seg.
- Ein gomul søga er eitt nú úr Norðradali. Har hevði ein frensur gjørt seg inn á líran. Teir funnu rættiliga nógvar líraveingir undir einum steini.
Hann sigur, at bøndurnir lovaðu, at tann, ið skjeyt
frensin, skuldi fáa ein deyðsseyð afturfyri. Abbi mín gjørdi enda á hesum frensi og fekk ein deyðsseyð í løn.
- So nógv hevði tað at týða fyri haðan, at onkur fekk lívið av frensinum, sigur Andrias Reinert at enda.