Ketan slitnaði

Sverri Mohr Edvinsson var sera óheppin á eysturoyarteininum í Statoil Kring Føroyar hóskvøldið.
Tá súkklararnir fóru runt Agnið beint áðrenn málið við Saltangará, slitnaði ketan á súkkluni hjá honum.
Eingin møguleiki var at umvæla skaðan, og Sverri kom tí ikki á málið. Hetta hevur við sær, at Sverri Mohr Edvinsson ikki verður við í samlaðu kappingini, tí tað er eitt krav, at tú hevur fullført allar teinarnar.
Sverri verður mettur sum tann næststerkasti føroyski súkklarin í hesi kappingini, og sæð við føroyskum brillum er tað sera keðiligt, at Sverri nú ikki er við í samlaðu kappingini.
Hann fer tó at súkkla hinar tríggjar teinarnar, sum eftir eru, og hann hevur møguleika at gera seg galdandi á teimum einstøku teinunum, men í samlaðu uppgerðini verður navnið hjá Sverra ikki at síggja.