Ketan leyp av í fyrra umfarinum

Føroyski venjarin harmaðist um, at hansara lið hevði søplað 1. hálvleik burtur og gleddist um, at tað í 2. hálvleiki var talan um uppreisn

Fótbóltur

 

Jógvan Martin Olsen iðraði seg eftir dystarlok.

- Tað er ikki ofta, at vit spæla okkum til so nógvar møguleikar, sum vit gjørdu í 2. hálvleiki. Tá ið tú ikki fært úrtøku burturúr teimum, so kanst tú ikki vænta at fáa stig og vinna sigrar. Vit áttu at havt fingið stig og kanska at havt vunnið eftir góða avrikið í 2. hálvleiki, men tað eru málini, sum gera av, hvør fær stig og vinnur sigrar.

Landsliðsvenjarin segði seg vera væl nøgdan við leikliga avrikið eftir steðgin:

- Ofta hevur føroyska liðið sparkað nógv og spælt lítið. Vit hava arbeitt miðvíst við at styrkja um samanspælið og at varðveita bóltin frammi á vøllinum, og tað megnaðu vit væl í 2. hálvleiki. Tað var ikki minst Christiani Lamhauge Holst fyri at takka. Avrikið hjá honum var fantastiskt.

Iðrar tú teg um, at tú ikki gav honum møguleikan frá fyrsta bríksli ímóti Italia?

- Andrew av Fløtum spældi væl ímóti Italia og Christian spældi væl í dag. Eg eri fegin um avrikið hjá teimum báðum, og eg eri fegin um avrikið hjá føroyska liðnum í trimum hálvleikum. Men eg eri ikki fegin um avrikið í 1. hálvleiki í dag.

Hvat var tað, sum kiksaði?

- Vit stóðu ikki saman sum eitt lið. Ímóti Italia var taktiska avrikið framúr. Tað vóru ongantíð meiri enn smáir tíggju metrar millum okkara spælarar, sum bakkaðu væl upp og hjálptu hvørjum øðrum. Í 1. hálvleiki í dag var einki samband ímillum keturnar, og tað riggaði ikki nóg væl í ketunum. Eg kann ikki siga so nógv um verjuna, tí hon gjørdi eisini í 1. hálvleiki sítt. Men longri frammi á vøllinum hekk tað ikki saman. Tað var spell, men samstundis var tað gott, at liðið megnaðu at reisa seg.

Heldur tú, at tað var stóri áhugin frá áskoðarunum, sum tyngdi spælararnar?

- Tað haldi eg ikki, at teir hugsaðu so nógv um. Uppgerðin ímóti Italia kravdi óvanliga nógva orku. Tí vóru fyritreytirnar kanska ikki optimalar í dag. Men í 2. hálvleiki vístu okkara menn, at teir høvdu neyðugu orkuna.

Iðrar tú teg um, at tú ikki skifti Óla Johannesen út beinanvegin, tá ið hann varð skaddur?

- Tey, sum hava ábyrgd fyri tí partinum, góvu mær boð um, at Óli var førur fyri at halda fram, eftir at hann í átta minuttir hevði fingið viðgerð. Soleiðis sum tað tørnaði út, so kundi tað kanska havt verið øðrvísi. Vit fingu í hvussu so er staðfest, at samansetingin við Fróða Benjaminsen og Jón Róa Jacobsen riggaði væl.