Kerry og Edwards á odda

Avgerðin hjá John Kerry at fáa sær John Edwards til varaforsetaevni hevur givið honum fleiri atkvøður

Ein kanning, sum sjónvarpið CBS hevur gjørt, vísir, at hevði forsetaval verið í USA nú, høvdu John Kerry og John Edwards fingið 49 prosent av atkvøðunum, og at George W. Bush og Dick Cheney høvdu fingið 44. prosent.

Fyri einum mánað síðani gav ein kanning Kerry 45 prosent og Bush 44 prosent av atkvøðunum.

Kanningin hjá CBS vísir, at 69 prosent av teimum demokratisku veljarunum eru væl nøgdir við avgerðina hjá John Kerry at velja sær John Edwards til varaforsetaevni. Verða teir republikansku veljararnir tiknir við, halda 52 prosent, at Kerry valdi tann rætta mannin.