Kerr vil vera millum 100 tey bestu

Tað sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari við heimasíðuni hjá FIFA. Á hesi heimasíðu er drúgv samrøða við Brian Kerr, har hann sigur seg vilja hála føroyska fótbóltslandsliðið í minsta lagið 17 pláss upp, soleiðis at føroyska liðið flytir seg frá at vera nummar 117 til 100.

- Sigurin á Litava hevði ovurhondsstóran týdning, og vit fingu fýra stig tilsamans. Tað er als ikki so galið, sigur Brian Kerr við fifa.com.

 

Í somu samrøðu vísir landsliðsvenjari okkara á, at málið hetta undanumfarið er at fáa minst líka nógv stig sum seinast ? gjarna uppaftur fleiri.

- So enda vit í einum hægri styrkisbólki til næstu undankapping, og tað er mín málsetningur, sigur Brian Kerr millum annað við fifa.com.