FÓTBÓLTUR
Brian Kerr, landsliðsvenjari, gjørdist ein ógvuliga fegin maður, tá Norðurírland sum tað fjórða landi kom niður í bolla C, tá lutakastið til komandi EM-undankapping var í pólska høvuðsstaðnum í Warszawa í gjár.
Brian Kerr er sjálvur íri men hevur ógvuliga tøtt bond til Norðurírska grannalandið.
– Foreldur míni eru bæði úr Norðurírlandi og eg havi brúkt nógva tíð av mínum barndómi har. Eg havi eisini systkinabørn har. Tískil verður talan um tveir serstakar dystir fyri meg, greiðir Brian Kerr frá.
Ikki minst dysturin í Norðurírlandi verður øðrvísi enn vanligt fyri Brian Kerr.
– Tað tekur mær einans hálvanannan tíma at koyra har til, so tað verður nakað heilt annað í mun til vanligt, tá eg eri noyddur at ferðast til Føroya fyrst, fyri at koma víðari, fortelur Brian Kerr.
Ynskidreymurin hjá landsliðsvenjaranum hevði sjálvsagt verið at møtt heimlandinum Írlandi, sum hann eisini áður hevur staðið á odda fyri.
– Men tá vit ikki møta Írlandi, var Norðurírland tað besta sum kundi henda, sigur Brian Kerr.