Ókent við so nógvum upsa á línu

Í heyst hava línuskip, sum serliga hava roynt eftir longu og brosmu á djúpum vatni eystan fyri, fingið nógvan upsa á línu. Onkrar túrar hevur talan verið um fleiri túsund pund - ja, kanska upp ímóti helminginum av lastini.

Soleiðis hevur okkurt línuskip fingið upp móti 40.000 pundunum av upsa á einum túri.

Línumenn siga, at tað er púrasta óvanligt, at upsi í slíkum nøgdum tekur á línu, samstundis sum trolmenn ikki fáa fatur á hesum fiskinum við botntroli, tí hann stendur uppi í sjónum.

Talan er um stóran og góðan upsa, sum línuskip hava fingið, og tað vísir seg, at fiskurin kemur sprelllivandi inn um lúnningina.

Jógvan Ingvard Olsen á Toftum er gamal og royndur línuskipari.

Hann sigur, at í hansara tíð sum skipari var hetta fyribrigdi við upsa á línu púrasta ókent.

- Eg kann minnast, at línubátur einaferð kom aftur av túri við eini 6.000 pundum av upsa, og tá var hetta óvanligt. Hinvegin er ikki óvanligt, at onkur upsi kemur á línu, men talan hevur ongantíð verið um nakrar nøgdir at tosa um, sigur Jógvan Ingvard Olsen.

Hann sigur, at fyribrigdi, sum línumenn siga frá í dag, er ikki hent áður í hansara tíð sum línuskipari, og hann veit einki um slíkt.

Jógvan Ingvard Olsen var línuskipari í nógv ár, áðrenn hann gjørdist politikari og legðist uppi. Í dag er hann farin væl um tey áttati, men hevur framvegis bát, sum hann styttir sær stundir í, tá høvið býðst.