Kent skip verður hotell

Bretska reiðaríið Cunard Line boðaði í gjár frá, at ferðamannaskipið "Queen Elizabeth 2" verður lagt næsta ár eftir at hava siglt kring tað mesta av heiminum síðani 1967. Samstundis varð fráboðað, at eitt felag í Dubai hevur keypt skipið fyri 558 mió. krónur. Teir nýggju eigararnir ætla at umbyggja skipið til eitt flótandi marglætishotell og handilshús, og tað skal liggja við eftirgjørdu oynna Palm Jumeirah í Persiska Flógvanum. Sambært Cunard Line hevur "Queen Elizabeth 2" siglt 800 ferðir tvørtur um Atlantshavið, og 25 ferðir hevur skipið siglt runt um Jørðina.