Yvir 300 milliónir evrur. Tað er upphæddin, sum italienska mótahúsið Dolce & Gabbana skal gjalda fyri ikki at hava uppgivið inntøkur til skattavaldið í Italia.
Italienski dómstólurin hevur avgjørt, at sniðgevararnir handan heimskenda klædnamerkið Dolce & Gabbana skulu gjalda eina bót á ikki færri enn 343 milliónir evrur og rentu afturat fyri ikki at hava uppgivið fleiri milliónir evrur í inntøku til skattavaldið í Italia. Tað skriva italienskir fjølmiðlar í dag.
Dolce & Gabbana, sum hevur fleiri heimsstjørnur so sum Beyoncé og Madonna sum kundar, ætlar at kæra dómin, og skal tí ikki gjalda nakað júst nú.
Rætturin metti, at mótahúsið hevði svikað við tí eina endamálinum, sum var at hava ein fyrimun hvat skatti viðvíkur.
Málið byrjaði heilt aftur í 2004 og roknað verður við, at teir báðir sniðgevararnir Domenico Dolce og Stefano Gabbana, ið eru menninir handan klædnamerkið, hava snýtt italienaska statin fyri okkurt um 420 milliónir evrur.
Teir hava fleiri ferðir verið frammi í fjølmiðlunum og afturvíst øllum ákærum um svik.