Kent barnakór í Christianskirkjuni

Norska Gla'Vox er eitt av tilboðunum í Klaksvík henda tunnilsdagin

Tað er ókeypis at koyra í Norðoyatunlinum ídag, og ein rúgva av tiltøkum eru á skrá í Klaksvík.

Fyrrapartin var tað eitt sindur illfýsið. Eftir døgurða lætti í, nú er veðrið ljósari, tað er turt, himinin er bláur, sólin sær, og ferðslan í Norðoyatunlinum er væl størri, enn hon plagar at vera vanligar leygardagar.

 

Millum mongu tiltøkini í Klaksvík í dag er konsert í Christianskirkjuni klokkan 18. Tað er norska barnakórið Gla'Vox, sum syngur. Kórið er úr Skien, og sambært heimasíðuni barnekor.no er hetta kendasta barnakórið í Noregi.

 

Fyri einum ári síðani helt kórið 25 ára føðingardag. Tá var níggjunda fløgan útgivin. Flestu av hinum fløgunum vórðu útgivnar í níti árunum. Útgávurnar hjá Gla'Vox verða sagdar at vera góður íblástur hjá øðrum barnakórum í Noregi.

 

Kórið hevur sungið í øllum fylkjunum í Noregi, umframt at tað hevur verið nógvar konsertferðir uttanlands. Í 2002 vitjaði kórið í Føroyum. Tá vóru konsertir saman við fleiri føroyskum barnakórum.

 

Fyrra konsertin á hesi Føroya ferðini verður klokkan 18 í dag í Christianskirkjuni í Klaksvík, og tann seinna verður í Nebo á Toftum sunnudagin klokkan 16.

 

Á Føroya ferðini eru 22 kórsangarar í aldrinum níggju til trettan ár.

Síðani kórið varð stovnað, hevur Odd Sten Jakobsen verið kórleiðari, og tað er hann framvegis. Hann er konservatoriu útbúgvin og í starvi í Gulset kirkjuni í Skien sum organistur og við ábyrgd fyri kórum og nógva tónleikinum og sanginum, sum er í kirkjuni.