Kenslurnar sjónligar á Old Trafford

Tað týdningarmesta var helst, at Manchester United spældi seg víðari. Men fyri áskoðararnar var talan eisini um stóra løtu, tá Gary Neville steig inn á vøllin fyri fyrstu ferð í 13 mánaðir

Fótbóltur

 

Har vóru fleiri framúr evnaríkir ungir spælarar, sum komu upp á besta liðið hjá Machester United fyrra partin av 90’unum. Millum ungar mans sum Ryan Giggs, David Beckham, Paul Scholes og aðrar var eisini ein ungur Gary Neville.

Veruligan sáttmála sum yrkisspælari fekk hann ikki fyrr enn í januar 1993, men longu í september 1992 hevði hann spælt fyrsta dystin á besta liðnum. Hetta var í Europa Cup dysti móti Torpedo Moskva.

Uppgávurnar vóru kanska ikki heilt so nógvar fyrstu árini, men frá kappingarárinum 1994/95 setti hann seg á plássið, sum Paul Parker annars hevði havt á høgra bakki.

 

Fer ikki til annað felag

Og sæð burtur frá teimum løtum, tá skaðar hava hildið honum burtur, hevur hann síðani hetta verið fastur partur av teimum fyrstu ellivu hjá Sir Alex Ferguson. Aloftast sum høgri bakkur, men eisini hevur hann til tíðir verið partur av miðverjuni.

Ofta verður hann kanska eitt sindur undirmettur av mótstøðufólkunum, sum ikki beinleiðis halda hann vera Guds gáva til fótbóltin. Men millum viðhaldsfólkini á Old Trafford er eingin ivi um, at Gary Neville telist millum yndisspælararnar. Hann er uppvaksin í Manchester, og har er United einasta felagið, sum hann hevur spælt fyri. Og nú dópsbrævið er farið um tey 33 árini sigur hann framvegis, at hann ongan tíð fer at spæla nakra aðrastaðni enn í felagnum, har hann nú er tann spælarin, ið hevur spælt fimt flestu dystirnar. Einans Bobby Charlton (759 dystir/249 mál), Ryan Giggs (750/143), Bill Foulkes (688/9) og Paul Scholes (563/138) hava spælt fleiri dystir fyri felagið.

Og tað var ikki annað ennn náttúrligt, tá hann í kappingarárinum 2005/06 tók yvir sum liðskipari, eftir at Roy Keane gjørdi av at royna eydnuna í skotska Celtic. At hann so í sama kappingarári fekk bót fyri at háa Liverpool-áskoðararnar, eftir at Rio Ferdinand skoraði sigursmálið á Anfield, gjørdi ikki umdømið hansara millum fjeppararnar á Old Trafford verri.

 

Óheppin við skaða

Skaðar hava tó eisini havt sín part. Byrjanina av kappingarárinum 1999/00 sat hann uttan fyri við skaða í lærkrikanum. Á sumri 2001 breyt hann eitt bein í fótinum, og hetta helt honum uttan fyri næsta hálva árið.

Á sumri 2005 argaði lærkrikin aftur, og hesa ferð sat hann uttan fyri í tríggjar mánaðir. Móti endanum av kappingarárinum í fjør varð hann aftur skaddur, men hann var tó maðurin, sum slapp at lyfta Premier League steypið, men síðani hevur økulin hildið honum púrasta burtur frá liðnum.

Samanlagt gjørdist talan um 13 mánaðir uttan fyri liðið, og tí var talan um ikki sørt kensluborna løtu fyri bæði spælaran og áskoðararnar, tá Gary Neville í gjár varð skiftur inn í dystinum móti Roma.

Hvussu drúgvur steðgurin á besta liðnum verður hesaferð, er ilt at siga, tí skaðar hava hetta við at arga Gary Neville á yrkisleiðini. Men stendur tað bert til spælaran sjálvan, so setir hann seg aftur á fast pláss á liðnum hjá Manchester. Ein hugburður, sum higar til hevur borið hann lant. Bæði á vøllinum og á vegnum til hjørtuni hjá viðhaldsfólkunum hjá Manchester United.

 

---

 

Fakta um Gary Neville

Føddur 18. februar 1975

541 dystir/7 mál fyri Manchester United

85 landsdystir fyri Ongland

Vunnið Premier League 9 ferðir

Vunnið FA-cup 4 ferðir

Vunnið Liga-Cup 1 ferð

Vunnið Champions League 1 ferð