Kensluborin entertainari

Tað er ikki av tilvild, at hann 1.369 ferðir hevur sungið høvuðsleiklutin í Les Misérable. Stig Rossen gav mikukvøldið føroysku fjøldini ein lærutíma í, hvussu tú undirheldur eini fjøld. Hansara sangevni eru framúr, og mikukvøldið varð kósin sett frá Chess til Pól F

Hann er høvuðsnavnið á ársins Jazz Festivali, og hetta hava føroyingar so sanniliga lagt til merkis. Stóra navnið hesaferð, Stig Rossen, møtti mikukvøldið tveimum stúgvandi fullum húsum við føroyskum áhoyrarum.
Eftir at teir eldur jassarnir í Fyris Jazz Band vóru lidnir við sítt, lótu hurðarnar upp innar til sangararn, ið øll hava bíðað. Føroyingar hava tað við at slúka hvørt eitt danskt navn, sum vendir nøsina hendavegin. Í so máta var hetta mikukvøldið einki undantak. Tú fekk tó kensluna av, at her búðið okkurt meira undir. Fólk kendu mannin við hinari ótrúligu røddina, og tey gleddu seg veruliga til at hoyra hann.
Kvennmennini myndaðu ein greiðan meirilutan. Summir vóru tó komnir. Onkur teirra noyddur og onkur av áhuga. Hjá nógvum var maðurin býttur um við eina vinkonu, og hetta gjørdi tað ikki verri.
Stig Rossen er mest kendur fyri sínari leiklutir og sangir í sangleikum, og hesir skuldi heldur ikki skortað, tá kvøldið var at enda komið.
Ein fullur salur bíðaði eftir dagens mand úr Danmark. Maðurin við røddini skuldi nú undirhalda teimum gott fýrahundrað áhoyrarunum.
Tankar leitaðu aftur til eina aðra løtu, tá stóri salurin í Norðurlandahúsinum eisini var fullsettur. Til framførsluni av operuni Madame Butterfly var eisini fullsett, og fólk vóru ovurspent at vita, hvat tey kundu fáa fyri sínar fýrahundrað krónur. Fólk vóru ikki von við hetta slagið av undirhaldi, og hetta gav eisini at bíta, tí komin nakað inn í framførsluni vóru tað ókeypis ljósstavarnir, ið vóru nýttir til at undirhalda sær við.
Tað er altíð bara sum at siga tað, at møta upp til at tiltak, og tónarnir frá Stig Rossen eru kanska ikki teir, ið vit javnast leggja oyra til í varpunum.
Hetta var tí ein roynd hjá bæði sangara og áhoyrarafjøld. Við stórspæli frá gevandi liðnum, gjørdist úrslitið sigur til báðar partar.

Ikke mere jazz
Stig Rossen syngur framúr væl. Hetta kunnu vit bert fegnast um og staðfesta. Maðurin eigur eina rødd og eina útstráling, sum kundi fingið trøllini at spælt sær í sólini. Tey flestu hava nokk eisini gitt, at boðskapurin og niðurstøðan í hesum ummælinum er positivt ? rættiliga positivt. Tað kemur í sjálvum sær óivað ikki óvart á nakran. Hann lat ongan iva vera um, at hann er meistari á sínum øki.
Lat okkum tí heldur siga eitt sindur um hvat og hvussu hetta svingandi mikukvøldið í Norðurlandahúsinum.
Sum sín fyrsta sang á skránni hevði Stig Rossen valt The Lady is a Tramp, sum er ein amerikansur jazz klassikari. Hann greiddi frá, at sangurin varð spældur, tí hetta jú var ein jazz festivalur, og hetta var tann einasti av sínum slag á skránni.
Hetta var samstundis tann nógv minst yvirbevísandi sangurin á skránni mikukvøldið. Tað riggaði als ikki so væl sum byrjan til eitt kvøld, men hinvegin gjørdist tað bara betri eftir jazz klassikari.
Eftir teir 2-3 vanligu setningar á "føroyskum" máli varð fyrsti musical sangurin spældur, og hetta gjørdist beinanvegin stórbært og inniligu tulkingar vóru ein fragd fyri oyra.

Inniligt
Herfrá úteftir var konsertin fyri tað nógva sangleikir. Allir sangirnir vóru úr kendum sangleikum, og felags fyri teir allar var, at tulkingarnar vóru ógvuliga kenslubornar og inniligar. Sum oftast var samanspælið millum røddina hjá Rossen og ljóðføri sum tvørfloytu og klaver.
Rossen spældi tveir sangir úr Chess annars vóru fleiri aðrir kendir leikir eisini umboðaðir, eitt nú Miss Saigon og sjálvandi eisini Les Misérable. Tað er so sanniliga ikki av tilvild, at hann hevur sungið høvuðsleiklutin 1.369 ferðir á stórum pallum kring allan heim.
Inniligu tulkingarnar raktu, har tær skuldu. Við hvørjum sangi fylgdi eisini ein frágreiðing, og Rossen livdi upp til sín leiklut sum sangtulkari.
Nakrar ferðir mikukvøldið flutti Stig Rossen seg frá sangleikunum. Billy Joel, Eric Clapton og ikki minst Viva Las Vegas hjá Elvis Presley blástu áhoyrararnar úr salinum. Dygdirnar hjá sjónleikunum vístu seg eisini. Spæligleðin lýsti úr teimum øllum, og vit kunnu bert súgva upplivilsi til okkum. Stig Rossen hevði seks tónleikarar afturat sær. Hann nýtti ikki kórsangarar, men satt at siga, tók tað mær ein tíma ella so at leggja hetta til merkis.
Synd, at ljóðmyndin tóktist eitt sindur óskipað til tíðir, men fyri tað nógva vóru ljóðdygdirnar í stóra salinum í Norðurlandahúsinum heilt ovast á stiðjanum.
Eisini ljósviðurskiftini eiga rætt til part av einum rósandi setningi.
Tað rungaði og svningaði, og støðið var øgiliga høgt.


Pól F
Ikki veit eg, um konsertin mikukvøldið varð tikin upp, men um hon varð, so vóru vit áhoyrarar vitni til eina føðing av einum kvøðuljómaslagara.
Endin á konsertini gjørdist eisini sterkasti parturin av henni.
Fyrst við In this Moment frá Dr. Jeckell and Mr. Hide. Fyri at siga upp í saman, so var sangurin ein stórsligin, inniligur og vakurt spældur sangur. Ein sangur um at fáa sum mest burturúr hvørjari løtu.
Eftir at fjøldin hevði reist seg upp fyri at fagna Rossen og hansara monnum, komu teir innaftur, og lagið teir spældu var einki minni enn Fagra blóma hjá Pól F. og hevur onkur ligið framvið, eiga bandasavnið í Útvarpinum eitt lag afturat at taka fram sunnudagar.
Hóast málburðurin var nakað trilvandi, so gjørdi tað minni, tí fólkið fekk meira, enn tey hevði roknað við. Stig Rossen vísti win them over teknikk í heimsflokki, og fýrahundrað edrú føroysk høvd dandaðu í hørðu stólinum í Norðurlandahúsinum, og tey vóru skjót at syngja við.
Eftir at hava fagnað Føroyum og føroyskum máli v.m. var tað ógvuliga passandi, at Stig Rossen hevði Er der nogen i himlen hjá Danser Med Drenge sum sítt endanummar. Eitt rútmiskt spaktakul, sum fekk alt niður í tærnar at svinga reystleyst við svingandi fantasia av pallinum.
Vit siga takk fyri gott spæl og gott undirhald. Tað gjørdist meira enn bert góður sangur, og vit hoyra fegin aftur frá Stig Rossen.
Vónirnar vóru stórar áðrenn, og lat okkum so ikki gera tað meira innviklað enn so, at vit fingu í posa og sekk, og tað skal nógv til, um næsta mikukvøld skal gerast eins spennandi.