Kensluborið farvæl við gamla Smyril

- Nýggi Smyril er eitt stórt frambot fyri allar suðuroyingar, sigur bygdaráðslimur í Sumba

Smyril: - Jú, tað var kensluborið at siga farvæl við gamla Smyril. Men hann hevðu nú tænt fyri seg!
- Nú, ið hesin nýggi er komin, fer hann at verða okkum suðuroyingum at gagni og eisini øllum Føroya fólki, sigur Jacob Poulsen úr Sumba.
Sum bygdaráðslimur í Sumbiar kommunu veit hann alt um tann týdningin, sum góð viðurskifti innan samferðsluna hava.
Og fyri hann er tí eingin ivi um at henda nýggja ferjan fer at hava stóran týdning, serliga fyri vinnulívið í oynni.
- Vit mugu ikki gloyma, at Suðuroyggin er ein partur av Føroyum, og tí kemur m.a. fiskurin úr Suðuroynni eisini at hava sín týdning, tá tosast skal um útflutning okkara, sigur Jacob.

Frambrot
Nógvir suðuroyingar ynskja at Smyril skal sigla tríggjar túrar um dagin.
Jacob heldur tó at ein eigur ikki at byrja við trimum túrum dagliga beinanvegin.
- Men tá summarið kemur eigur Smyril at sigla munandi oftari, - tríggjar túrar um dagin. Eingin ivi um tað, sigur hann.
Á henda hátt kann vinnulívið í oynni sleppa skjótt og lætt av við framleiðslur sínar. Tað verður eisini lætt hjá føroyingum og fremmandum ferðafólki at koma aftur og fram.
- Eg vænti tí avgjørt, at hetta verður eitt stórt frambrot fyri allar suðuroyingar í framtíðini, sigur hann.