Sosialurin møtti Finn Nørbygaard og Jacob Hauggard "backstage" í ítróttarhøllini á Nabb áðrenn gallakvøldið á gjár. Teir høvdu sett ein hálvan tíma av til eina samrøðu. Teir hava verið sera upptiknir hesar dagarnar, tá ið teir hava verið Føroyum. Nú eru teir farnir aftur til Danmarkar.
Stuttligu menninir úr Danmark hava verið í Føroyum í eina knappa viku. Teir hava framført fyri Føroya Banka til gallakvøldini, sum verða hildin í samband við 100 ára hátíðarhaldið hjá Føroya Banka.
Hálvur føroyingur
Jacob Hauggard er hálvur føroyingur. Mamma hansara er av Tvøroyri, og hann varð sjálvur føddur í Føroyum. Tey fluttu tó niður stutt eftir, men hann var í Føroyum hvørja summarfrítíð sum barn. Hann sigur sjálvur, at hann hevur eitt tætt tilknýti til Føroyar.
Samskiparin hjá teimum spurdi teir ein dagin, um teir høvdu hug at luttaka í einum tiltaki hjá Føroya Banka. Hetta var nakað, sum serliga Jacob var spentur uppá, tí at hann vildi fegin vísa Finn sítt "heimland". Hesar dagarnar, teir hava verið í Føroyum, hava teir tó ikki havt tíð til at uppliva oyggjarnar.
- Eg hevði eina keðiliga kenslu, tí at eg einans steðgaði í 12 tímar á Tvøroyri. Tað kendist ikki væl, tí at eg hevði fegin viljað fingið tíð til at heilsað uppá fólk. Eg havi ongantíð steðgað so stutt fyrr.
- Vit hava báðir konurnar við, og tær hugna sær meðan vit arbeiða hart. Tær shoppa og uppliva oyggjarnar, sigur Finn flennandi.
Føroyingar misskiltir
Teir báðir tykjast at hugna sær í samveru við hvønn annan. Teir sita og tvætla og flenna at hvør øðrum.
- Eg haldi, at nógv fólk hava misskilt føroyingar. Tað eru nógvir danskarar, sum halda, at føroyingar eru líka sum vit "jyder", men tað er als ikki so, sigur Finn.
- Føroyingar eru eitt heilt serstakt fólkaslag við egnari mentan. Nógvir danskarar hava ikki skilt tað. Oyggjarnar eru so væl vardar, og føroyingar hava nøkur sterk virði, sum teir halda fast um, sigur Jacob.
Teir halda ikki, at føroyingar eru turrisligir. Fólk hava tikið væl undir við skemtinum hjá teimum báðum.
- Eg haldi, at vit hava fingið góðan respons hini kvøldini. Fólk hava í øllum førum flent. Tað er sjálvandi onkur einstakur, sum situr hendur í favn og sær súrur út, meðan vit framføra, men tað uppliva vit eisini í Danmark, sigur Finn smílandi.
Kensluborið á Tvøroyri
Fyri Jacob hevur hesin túrurin verið heilt serligur, tí at hann kennir, at ein stórur partur av hansara samleika er føroyskur.
- Tað var sera kensluborið fyri meg at framføra á Tvøroyri. Tað var ikki so lætt. Eg kenni, at eg umboði mammu mína og systir mína og alla familjuna hjá mammu, tá ið eg komi til Tvøroyri. Eg eri fyrr spurdur um at koma til Tvøroyri og framføra, men eg havi sagt nei, tí at tað er so kensluborið fyri meg. Tað er eitt eyka trýst, tí at eg vil ikki skuffað fólkini í mínari heimbygd, sigur Jacob álvarsamur.
Finn Nørbygaard gjørdist kendur, tá ið hann møtti Jacob Hauggard í 1984. Teir báðir spældu nøkur sjónvarpsinnsløg saman, og tá byrjaði eitt samstarv, sum síðani skuldi vísa seg at geva góð úrslit.
- Tað var sera løgið. Eg møtti Finn, og tað var eins, og vit høvdu kenst alt lívið. Vit vóru beinanvegin á somu bylgjulongd, sigur Jacob, meðan Finn nikkar samdur.
- Vit arbeiddu væl saman og gjørdust kendir. Nøvnini Finn Nørbygaard og Jacob Hauggard hanga mestsum saman. Vit valdu tó at royna okkum hvør sær í 90´unum. Vit skiltust í semju og hava altíð verið góðir vinir, sigur Finn.
Fólkatingslimur
- Ja, vit høvdu nakrar persónligar uppgávur, sum skuldu gerast, og tá var tað betri at vera hvør sær. Finn skuldi prógva - einamest fyri sær sjálvum - at hann kundi klára seg uttan meg. Eg var longu kendur, áðrenn eg og Finn møttust. Hann skuldi so royna at klára seg væl solo, og tað gekk jú framúrskarandi hjá honum. Eg skuldi líka sleppa mær av við mína rúsdrekkamisnýtslu, og tað fór við nógvari tið og orku. Seinni vísti tað seg, at eg skuldi ein túr inn á Fólkatingið, og tá kundi eg ikki hava Finn hangandi aftaná mær, sigur Jacob smílandi.
Jacob Hauggard varð í 1994 sum tann fyrsti í donsku søguni valdur inn á ting sum leysgangari. Hansara valstríð minti sera nógv um tað, sum vit fyri nøkrum árum síðani sóu frá Jóhan í Kollafirði og Hinum Stuttliga Flokkinum.
- Tað var ein løgin uppliving. Eg hevði nøkur vallyfti, sum eg visti, at eg ikki kláraði at halda. Tað gjørdi eg, tí at eg vildi vera ein rættur politikari, sigur hann við einum skeivum smíli.
- Millum annað lovaði eg betri veður, viðvind á súkklubreytunum og meira Nuttella-smyrjisjokolátu til teir donsku soldatarnar, sigur Jacob.
Skemtið fekk tó ein steðg, tá ið Jacob púra óvantæð varð valdur inn á Fólkatingið við heili 23.000 persónligum atkvøðum.
- Tað kom sera óvæntað - serliga fyri meg. Eg hevði als ikki ætlað at verða valdur inn. Tá gjørdist alt so álvarsligt. Eg sat í fýra ár og stillaði ikki upp aftur til valið í 1998.
Finn´sk fjernsyn
Finn Nørbygaard er serliga kendur fyri sendingina "Finn´sk fjernsyn". Hann hevur tó ikki fingið nógvar viðmerkingar um hetta frá føroyingum.
- Nei, eingin hevur sagt nakað um tað. Eg visti als ikki av, at tit sóu tað her uppi. Men tað er bara stuttligt, at tað eisini er kent her uppi, sigur Finn.
Nú fimtan ár eftir, at teir fóru hvør til sítt, hava teir funnið saman aftur í eitt samstarv. Hóast nøkur ár eldri, eru teir enn fúsir at undirhalda áhoyrarunum.
Vóna at koma aftur
Hóast móðir og moyrir eru teir vælnøgdir við túrin. Teir báðir rigga væl saman og síggja ikki út til at gerast troyttir av hvør øðrum.
- Vónandi koma vit aftur upp eina aðru ferð, sigur Finn.
- Ja, og tá vóni eg, at eg fái tíð til at vísa tær runt. Tá verður tað nógv stuttligari hjá tær. Tú skalt bara banka á eitt tilvildarligt hús í Føroyum og siga "jeg er Jacob´s ven". Fólkini í húsunum eru heilt vist onkursvegna í familju við meg, og so verður tú móttikin sum ein greivi, sigur Jacob við Finn, og teir flenna báðir.
Vit verða avbrotin, tí at teir báðir skulu til ljóðroynd, áðrenn teir skulu hava teirra síðstu framførslu í Føroyum á hesum sinni. Í morgun fóru teir so aftur til Danmarkar.