Í longri tíð hevur tos verið at hoyrt um at Kenny Rogers hóast alt ikki kemur til Føroya. Ætlanin var frá fyrstan tíð, at konsertir skuldu vera við heimskenda kontrinavninum í aprílmánaði, men so komu boð, at hetta var útsett, og at aðrir fyriskiparar skuldu vera.
Ætlandi skuldu tvær konsertir vera 17. og 18. septembur, men nú kann Sosialurin avdúka, at føroyskir fjepparar kortini ikki sleppa til konsert hjá Kenny Rogers.
Sosialurin hevur seinastu tíðina roynt at fáa fatur á fyriskiparunum av ætlaðu konsertunum, men teir hava verið sum at finna flogvallir á Slættaratindi.
Tí setti blaðið seg í samband við Dánjal Samuelsen, hallarleiðara í høllini á Hálsi, og hann váttar keðiligu tíðindini.
– Ja, høllin er ikki longur umbiðin. Eg fekk ein mail frá fyriskiparunum í Onglandi í morgun, har eg fekk at vita, at konsertin er avlýst, staðfestir Dánjal Samuelsen.
Farnir undir jørð
Sosialurin hevur í longri tíð roynt at fáa fatur á umboðum fyri Sp/F Holmen, sum á planet.fo tann 23. februar, staðfestu, at Kenny Rogers kortini skuldi koma til Føroyar, og at Sf/Holmen somuleiðis hevði fingið ábyrgdina av konsertum hansara í Norðurlondum seinni í septembur.
– Vit hava leingi vitað, at føroyingum dáma ótrúliga væl Kenny Rogers, og tí hava vit nú tikið stig til, at geva føroyingum hesa upplivingina, segði Benny við Sandá, við Planet 23. februar.
Hetta verður í hvussu so er av ongum.
– Teir úr Onglandi hava fleiri ferðir spurt eftir nummurunum hjá teimum, sum skuldu skipa fyri, men onglendingarnir hava ikki fingið fatur á føroyingunum, staðfestir Dánjal Samuelsen, tá hann verður spurdur.
Aðrir í myndini
Sum skilst hevur tað eisini verið soleiðis, at ensku agentarnir hjá Kenny Rogers hava roynt at fáa aðrar fyriskiparar til konsertirnar hjá Kenny Rogers í Føroyum. Men hesir hava allir borið seg undan.
Áðrenn 23. februar skiltist tó, at nógv feløg høvdu áhuga fyri at fáa Kenny Rogers til Føroya, men nú er hesin áhugin burtur.
Nógvur mistur peningur
Sum skilst var talan um rættiliga nógvan pening, sum Sp/F Holmen skuldi rinda fyri konsertirnar við Kenny Rogers. Talan er um eitt tal, ið táttar í fimm milliónir krónur.
Sum skilst hevur Sp/F Holmen rindað ein part av hesum peningi, og tann peningin fær felagið ikki aftur.
Hinvegin skilst eisini, at í samband við konsertirnar í Danmark skuldu danir skipa fyri marknaðarføringini, men har er ongin gjørt.
Tí kunnu vit ganga útfrá, at Sp/F Holmen hevur mist nógvan pening av ætlaðu konsertunum. Men hetta ber ikki til at staðfesta, tí onki umboð fyri Sp/F Holmen hevur verið at hitta.
Agentur harmast
Fyriskipararnir hjá Kenny Rogers í Onglandi harmast, at ongar konsertir verða, og staðfesta somuleiðis, at fólk mugu gera tað tey kunnu, fyri at fara aftur við atgongumerkjunum og krevja peningin aftur.
Tey vísa eisini á, at tað enn ikki er greitt, júst hvat gekk galið, men at ein almenn útsøgn kemur seinni.
Selja ikki atgongumerki
Á almennu heimasíðuni stendur framvegis, at konsertir verða við Kenny Rogers í Føroyum í septemburmánaði, men í mun til flestu konsertirnar, sum Kenny Rogers stendur at hava, er ikki møguleiki at keypa atgongumerki til konsertirnar í Føroyum, og støðan er tann sama við einari konsert í Danmark.
Hinvegin ber til at keypa atgongumerki til aðrar konsertir í Danmark, so tað kann hugsast, at Sp/F Holmen ikki longur hevur ábyrgdina av hesum konsertum, sum umboð annars greiddi Planetini frá í februarmánaði.










