Kennist ikki við ákærurnar

Jógvan Skorheim bjóðar øllum at síggja byggivirksemi við egnum eygum.

Í morgun sendi Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvíkar býrað, út eitt tíðindaskriv til fjølmiðlarnar, har hon fanst at, at arbeiðið at byggja nýggjan skúlan í Klaksvík er uppsteðgað. Hon vísti á, at nærum hálvt ár aftaná, at verkætlanin skuldi bjóðast út, er einki hent.


Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, vil tó ikki kennast við ákoyringarnar, og afturvísir í lesarabrævi í kvøld, at einki er hent í málinum.


- Tað er í øllum førum ikki i tráð við veruleikan, tá ið ført verður fram, at skúlabyggingin ikki er byrjað. Veruleikin er nevniliga, at skúlabyggingin er byrjað líka sum einhvør onnur byggiverkætlan: við fundamentinum, skrivar borgarstjórin í næststørstu kommunu í Føroyum.


Skorheim vísir harumframt á, at ymiskt arbeiði er í gongd, ið hevur samband við verkætlanina. Tí bjóðar hann eisini øllum at ganga ein túr framvið byggiplássinum og sjálvi síggja, at gongd er á arbeiðinum.


- Og um nakar veruliga heldur, at arbeiðið við skúlabyggingini stendur í stað, so kundu tey gjørt sær sjálvum ta tænastu at farið framvið byggiplássinum og sæð við egnum eygum, hvussu arbeiðsfólkið har er í holt við at gera fundamentið undir nýggja skúlabygninginum.


Ein av atfinningunum hjá Gunvu í Keldu var, at byggiarbeiðið, ið skuldi bjóðast út í august, enn ikki var bjóða út.


Uttan at viðurkenna hesar atfinningar, upplýsir borgarstjórin tó, at arbeitt verður í løtuni at bjóða arbeiðið út.


Til ber at lesa alt lesarabrævi frá Jógvani Skorheim við at trýsta á her.