Kennist øgiliga væl

Nýggi tinglimur Javnaðarfloksins í Suðurstreymi, John Johannessen, er sum vera man fegin um góða úrslitið. Hann sigur seg vilja arbeiða fyri, at umhvørvismál og gerandisdagurin hjá fólki í størri mun koma á politisku dagskránna í Føroyum

Hann hevði fingið heitið sum jokarin hjá Javnaðarflokkinum á hesum løgtingsvalinum. Sjálvur hevur høvuðspersónurin ikki dult fyri, at hann tók ein stóran váða, tá hann gjørdist valevni og harvið mátti leggja starvið sum tíðindamaður frá sær.
Vit tosa sjálvsagt um 26 ára gamla John Johannessen, sum við 380 persónligum atkvøðum endaði á øðrum plássi á javnaðarlistanum í Suðurstreymi.

Væl stuðlaður
-Hetta kennist øgiliga væl. Eg eri ótrúliga takksamur fyri, at so nógv fólk hava sýnt mær álit. Tey, ið heittu á meg um at stilla upp, hava verið ótrúliga hjálpsom og arbeitt hart fyri hesum og eg kann ikki annað enn vera takksamur, sigur nýggi tingmaðurin úr Javnaðarflokkinum, John Johannessen.

Spurdur, um hann hevði væntað at komið á ting, svarar John Johannessen, at hann snøgt sagt ikki visti, hvussu úrslitið fór at laga seg. Seinastu vikuna hevur John ligið sjúkur og tað hevur avmarkað hansara leiklut í valstríðnum nakað.
?Eg átti av røttum ikki at hildið røðuna í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið, men tað gekk kortini og eg má bara enn einaferð siga, at eg eri ótrúliga glaður fyri stuðulin, greiðir John Johannessen frá

Umhvørvið
Undir valstríðnum hevur John Johannessen verið íðin við blaðskriving, har hann hevur gjørt greitt, hvørji mál hann ætlar at virka fyri. Ætlaninar hava verið breiðar og mangar, og tí spyrja vit hann, um tað er nøkur økið sum liggja honum nærri enn onnur.
John er skjótur at svara, at umhvørvismál eiga í størri mun at koma á politisku dagsskránna aftur. Hann er heitur talsmaður fyri, at tað í framtíðini verður politiski myndugleikin og ikki SEV sum orðar føroysku orkupolitikkin.
-Eg haldi eisini tað er ómetaliga týdingarmikið, at gerandisdagurin aftur kemur til fólki. Her hugsi eg serliga um íbúðarviðurskiftini, sum eftir mínum tykki skulu betrast, sigur nýggi tinglimur Javnaðarfloksins.
John vil einki siga um, hvør samgongumøguleiki er fremst í huganum hjá sær, men hann slær fast, at nú skal Javnaðarflokkurin aftur í samgongu, eftir at hava sitið uttanfyri, síðan 1996