Stuðulsbólkurin fyri avvarandi hjá fólki við etingarólagi, sum er anoreksi og bulimi, ætlar nú at fáa fundirnar í eina fasta legu og at bjóða øðrum avvarandi við.
Sum er, eru tær bert nakrar mammur, ið hittast, men tær vilja fegnar hava foreldur, systkin, menn, konur, vinfólk ella á annan hátt avvarðandi at fólki við etingarólagi við í stuðulsbólkin.
Fundur verður í felagsskúlanum á Oyrabakka leygardagin 27. november kl 16.00.
Á fundinum fer Alis Jacobsen, foreldur at barnið við etingarólagi, at tosa um evnið: »Mytur um anoreksi«. Síðani verður prátað um, hvussu tað er at vera avvarandi, hvørjar spurningar ein setur sær og um tær ymisku royndirnar, sum fólk hava gjørt sær.










