Hóast løgreglan hevur ábyrgdina av rygdini á flogvøllinum, hevur flogvallarovastin onga almenna fráboðan fingið um, at tað er upp á tal at flyta partar av løgregluni í Vágum til Havnar.
Í gjár skrivaði Sosialurin, at tað verður arbeitt við bygnaðarbroytingum í løgregluni, sum kunnu hava við sær, at partur av løgrelgumanningini í Vágum verður fluttur til Havnar.
Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti, sigur, at hann hevur hoyrt onkra hendinga leysasøgu, sum hann ikki kann taka fyri fult í so álvarsligum máli. Frá løgregluni hevur hann einki ítøkiligt fingið at vita, men væntar tó, at um tað kemur upp á tal at flyta part av løgregluni til Havnar, hevði hann helst frætt tað, áðrenn tað varð gjørt.
Finnbogi Niclasen sigur, at tað er løgreglan, sum hevur ábyrgdina av trygdini á flogvøllinum. Abreiðið, sum starvsfók á flogvøllinum ger í eitt nú trygdarefirlitinum, har ferðafólk verða kannað á veg umborð á flogførini, verður gjørt fyri løgregluna.
Flogvallarovastin leggur dent á, at hann hevur einki ítøkiligt fingið at vita um nakra broyting í arbeiðsgongdini hjá løgregluni á flogvøllinum, og kann tí ongar viðmerkingar gera til tað.









