Kennir einki til Kaka-søgur

Venjarin hjá Manchester United kennir einki til søgurnar um, at felagið ætlar at keypa brasilska stórspælaran Kaka frá AC Milan í summar.

- Hvat var tað, Manchester City bjóðaði? Ein milliard krónur? Heldur tú, at vit hava hug at brúka so nógvar pengar upp á ein spælara, segði Ferguson í samrøðu við SkySports um vikuskiftið.