LANDSDYSTUR
– Hetta er heilt ótrúliga stórt hjá mær, serliga havandi í huga, at eg ikki eri ordiligur føroyingur, men bara hálvur, segði sjónliga fegni Christian Lamhauge Holst, tá vit fingu hála hann til síðis beint eftir dystin.
– So í hesi løtu kenni eg meg sum heilan føroying, segði stórsmílandi danin, sum hevur røtur til Føroya.
Aftanfyri hann stóð ein riðil syngjandi áskoðarum og fagnaðu honum, ið stríddist sum fyri fleiri á fremsta sessin á liðnum. Og fyrikomandi sum Lyngby-leikarin er, fór hann út til fjøldina og takkaði henni fyri stuðulin, teir veittu honum og føroyska liðnum.
– Nú vóni eg bara, at hetta er ein viðurkenning av mínum avriki, og ikki bara til stuttleikar, at rópt verður eftir mær, helt Christian Lamhauge Holst skemtandi fyri.
Altíð tendraður
Móti Italiu loysti Christian Lamhauge Holst Andrew av Fløtum av miðskeiðis í seinna hálvleiki, og var tað um reppið at hann skoraði. Móti skotum fekk Holst kjansin frá byrjan, og hann tók av.
– Eg eri altíð tendraður, og so royndi bara at spæla bólt og kempa alt tað, eg havi lært, sigur Christian Lamhauge Holst, sum sá út til at fáa trupulleikar við beininum, tá seinni hálvleikur var um at vera hálvrunnin.
– Eg fekk eitt spark inn yvir beini, men tá tað er stuttligt at spæla, sum tað var, so fær man eyka orku, og tí kundi eg blíva við, sigur hann smílandi.
Uppiborið javnleik
Eftir síðsta bríksl á Svangaskarði halda nógv, at føroyska liðið hevði uppiborið meira. Christian Lamhauge Holst er eisini av somu fatan.
– Tað haldi eg eisini. Og um eg skal vera heilt erligur, so halda eg vit hava uppiborið javnleik, segði Christian Lamhauge Holst, sum væl nøgdur kann seta seg í flogfarið til Danmarkar í dag.