Kenni á mær at nú finna vit oljuna

Hann er bert ein av mongum, sum í hesi løtu bíðar í stórum spenningi eftir úrslitinum av boringini umborð á Stena Don á føroyska landgrunninum.

Hann er ein av teimum føroyingum, sum í løtuni bíðar í stórum spenningi eftir úrslitinum av boringini umborð á pallinum Stena Don 80 fjórðingar frá heimbygdini Argjum. Sverri Mortensen, sum í dag er 83 ára gamal, telist eisini millum teirra, sum vónar, at vit hesaferð raka við oljuna.

Fyri góðum mánaði síðani var Sverri Mortensen vitni til heldur óvanliga sjón, tá hann koyrdi køksgardinurnar frá. Ístaðin fyri at síggja ein flota av gráum russiskum trolarum á Nólsoyarfirði henda morgunin, var eitt púra reyðlitt fremmant far, fullkomiliga øðrvísi í skapi og stødd undir Argjalandinum enn útlendsku trolararnir, nevniliga einki minni enn ein risa oljuboripallur.

Fyri Sverra var hetta ikki nøkur ræðandi sjón, tvørturímóti kendi hann hesi sjón sum boð uppá eina ljósari framtíð. Vit lata Sverra sjálvan greiða frá teimum tonkum og kenslum hann upplivdi henda morgun, tá Stena Don stillisliga "ankraði" stutt frá Argjalandinum.

-Eg hugsaði, at tað var sera spennandi at hava henda sjáldsama gestin, boripallin heilt inni undir Argjalandinum. Eftir at hava lisið og hoyrt so nógv um oljuleiting, føldi eg tað soleiðis, at nú mundi tað fara at eydnast hjá okkum at finna oljuna.

Nú eru eru so meira enn fimm vikur síðani, at sjáldsami og óvanligi gesturin undir Argjalandinum setti kósina út á landgrunnin. Og har hevur hann verið síðani. Sverri er bert ein teirra, sum bíðar við stórum spenningi eftir tíðindunum um boringina.

Kærkomin
Sjálvur heldur Sverri, at ein oljuvinna er kærkomin fyri land og fólk, men hann sigur, at vit mugu gera okkum púra greitt, at hetta fer at hava við sær, at nógv fremmandafólk fara at koma til Føroya, og tað kann so vera bæði uppá gott og ilt, tí soleiðis háttar heimurin seg einaferð. -Vit mugu bara vóna, at ein oljuvinna fer at lætta um byrðarnar hjá okkum borgarum.

Hóast høga aldurin hevur Sverri góða heilsu og kemur einki hóttafall á seg sær hann fram til at uppliva, at oljan kemur upp úr undirgrundini. Abbi hansara bleiv 96 ár, so Sverri setir sítt álit á, at eisini hann fer at røkka ein nóg høgan aldur til m.a. at uppliva einar Føroyar við oljuríkidømi.