Kenneth og Albin í Péche

Fríggjakvøldið verður livandi tónleikur frá Kenneth og Albin í Péche.

 

Kenneth & Albin hava mangan spælt í Péche áður, og hevur huglagið hesi kvøldini altíð verið sera gott. Teir báðir eru eisini vorðnir kend nøvn innan náttarlívið í Føroyum, tí nærum hvørt vikuskiftið spæla teir á barrum og kaféum kring landið.

 

Seinast spældu teir báðir í John’s Café í Fuglafirði, og eisini hetta var eitt væl eydnað kvøld.

 

Teir báðir siga, at teir altíð megnað at lokka fleiri fólk til sín, og at tey vitjandi altíð hava góða lagið við. Harumframt nýta fólk mangan høvið at dansa, tá ið teir standa fyri tónleikinum í Péche.

 

Kenneth&Albin spæla alt frá kendum gomlum slagarum, til nýggjari løgini, sum eru at finna á hittlistunum í dag.

 

Tiltakið verður komandi fríggjakvøld í Péche í Saltangará, og byrja teir báðir at spæla á midnátt, og enda umleið kl. 04.00.