Kenneth Ellefsen vann síðstu etapuna

Við sigrinum sunnudagin, undirstrikaði Kenneth støðuna hjá dønum, sum vinnarar av øllum etapunum í kappingini í ár

Statoil Kring Føroyar

Fyrstur á mál sunnudagin í Statoil Kring Føroyar kappingini, gjørdist Kenneth Ellefsen. Kenneth lá í oddinum alla kappingina, og í endaspurtinum við Morten Truelsen, gjørdist hann skjótastur.

Danir vunnu allar kappingarnar
Kenneth Ellefsen var fjórði danin, sum vann eina kapping í Statoil Kring Føroyar. Í ár hava danir vunnið hvørja ferð. Karsten Ellerup vann tvær reisir, meðan Anders Rasmussen, Ken Holmqvist og Kenneth Ellefsen hvør sína ferð.

Óhapp í Saksun
Allir súkklarnir fylgdust frá startinumav Eiði til Saksunar, og komnir niðan úr Saksun, tóku seks mans seg úr samlaða flokkinum. Hesir vóru Kenneth Ellefsen, Morten Truelsen, Stephen Phillip, Páll Didriksen, Christian Brandt og Hendrik Guldlager.

Eftir at teir fyrstu seks stungu av frá tí samlaða flokkinum, hendi tíverri ein stórur samanstoytur í Saksun, har eini tíggju súkklarar endaðu niðri á vegnum, men einasti súkklarin, ið mátta leggja frá sær, var føroyski Eli Christiansen.

Eli noyddist út á Landssjúkrahúsið, og tíbetur varð ongin álvarssamur skaði staðfestur

Teir seks fremstu fylgdust heilt til Kaldbakstunnilin, men tá dragnaði Páll Didriksen, og hinir fimm fóru frá honum.

Við gomlurætt fullu so Christian Brandt og Hendrik Guldlager frá, meðan hinir tríggjir settu kós ímóti Havn.

Stephen Phillip var næstur í røðini at missa, og Kenneth Ellefsen og Morten Truelsen vóru eftir í oddinum. Teir stríddust so um fyrsta plássi, og í einum hørðum endaspurti, varð Kenneth Ellefsen fyrstur á mál.