Kenneth&Albin í Club 700

Fríggjakvøldið er ein sermerktur dagur, tá ið vit skriva 11/11-11. Hetta kvøldið verður eisini okkurt á skránni í Klaksvík, tá ið Club 700 bjóða til livandi tónleik.

 

Club 700 í Klaksvík er eitt sera væl vitjað dansistað. Har er nærum hvørt vikuskifti serlig tiltøk á skránni, og soleiðis verður eisini hetta vikuskifti, tá ið livandi tónleikur og diskotek

verður á skránni.

 

Tað eru teir báðir Kenneth&Albin, sum standa fyri tónleikinum. Teir hava áður spælt í Club 700, men nú er nakað síðani, og tí vænta fyrireikarar nógv fólk.

 

Haraftrat er Crazy Night á skránni. Hetta merkir, at serstøk tilboð eru í barrini.

 

Tað er uppiá í Club 700, at livandi tónleikur er á skránni. Niðriundir verður diskotek við DJ Purple og DJ-X, og teir fara at spæla nýggjan tónleik eins og gomul hitt verða at hoyra.