Sjálvstøðuga forsetavalevnið í USA, Robert F. Kennedy Jr. boðaði í gjár frá, at hann gevst við valstríði sínum fyri at stuðla Trump.
Tað er tó langt frá nakað, sum vekir gleði í familju hansara.
Í eini fráboðan, sum fimm av systkjunum hjá Kennedy hava undirskrivað, boða tey frá sínum vónbrotum um avgerðina.
- Vit ynskja eitt USA, sum er fylt við vón og bundið saman av felags visjónum um eina bjartari framtíð, eina framtíð, sum er definerað av einstaklingafrælsi, búskaparligum lyfti og tjóðarstoltleika. Vit trúgva upp á Harris og Walz.
- Avgerðin hjá beiggja okkara Bobby (eyknevni fyri Robert F. Kennedy Jr., red) at stuðla Trump í dag er eitt svik móti teimum virðum, sum pápi og familja okkara halda vera mest kær. Tað er ein syrgilig endi á eini syrgiligari søgu.
Soleiðis stendur í fráboðanini, sum er almannakunngjørd á sosiala miðlinum Instagram og X.
Tað er undirskrivað av Kathleen Kennedy Townsend, Courtney Kennedy, Kerry Kennedy, Chris Kennedy og Rory Kennedy.
Tað er ikki fyrstu ferð, at partar av Kennedy-familjuni alment eru farin ímóti Robert F. Kennedy Jr.
Serliga systir Kerry Kennedy hevur opið funnist at beiggja sínum. Hon hevur millum annað funnist at fleiri av hansara útsagnum, sum sambært henni mangan eru ósannar. Á einum fundi í apríl vísti hon sín stuðul til Joe Biden, skrivar The Guardian.
- Biden forseti hevur verið meistari fyri øllum teimum rættindum og frælsum, sum pápi og pápabeiggi stóðu fyri, segði hon.
Róbert F. Kennedy yngri er sonur fyrrverandi demokratiska politikaran Robert F. Kennedy, sum varð myrdur í 1968.
Hann er sostatt eisini bróðirsonur fyrrverandi forsetan John F. Kennedy, sum varð skotin til deyðis í 1963.
Róbert F. Kennedy yngri er tann triði í einum systkinaflokki upp á 11 systkin Tey eru fimm, sum undirskrivaðu yvirlýsingina fríggjadagin.
Upprunaliga vildi Kennedy stilla upp fyri Demokratiska flokkin ímóti Joe Biden forseta. Men hann broytti meining og valdi í staðin at stilla upp sum sjálvstøðugt valevni. Og fríggjadagin gavst hann sínum við valstríði.
##med2##
Í røðu síni fríggjadagin segði hann, at Donald Trump hevur bjóðað seg fram at taka hann við í sína stjórn.
/ritzau/