Tíðindaskriv frá Maskinmeistarum hjá Fiskiveiðieftirlitinum og Maskinmeistarafelagnum
???????????????????????????????????????????????????????????????????
At stríðast fyri einari søk, tá tað snýr seg um fakfelagsviðurskifti, hevur mangan verið bæði tungt og lemjandi, og óivað koma skeinur, ið hava langa tíð um at grøðast aftur. Men við góðum samanhaldi og stuðli felaganna millum, eru tíðandi mál rokkin verkafjøldini til frama og einstøku familiunum at gagni.
Hetta átti sjálvsagt eisini at verið galdandi fyri maskinmeistarastættina, sum hevur sín leiklut í okkara lítla samfelag, bæði á sjógvi og landi. Og væl er hesin bólkur eisini umboðaður, tá tað snýr seg um altjóða sigling.
Í bløðunum hava lýsingar eftir maskinfólki til vaktarskipini verið at sæð hesar seinastu mánaðarnar og sum skilst, er hetta ein træta, sum íkomin er av einum súltaðum máli, sum Fíggjarmálaráðið hevur goymt í eini tvey ár og av eini ókendari orsøk ikki hevur vilja avgreitt.
Í eini seinastu roynd at trýsta Fíggjarmálaráðið at loysa málið, var bert ein møguleiki eftir. Maskinmeistararnir við teimum báðum føroysku vaktarskipunum søgdu síni størv upp. Hetta má sigast, at vera eitt sera drastiskt stig at taka. Men neyvan var hetta gjørt fyri at siga seg úr starvi, og í vónini um, at taö ikki fór at standa á at fáa stuðul til tiltakið - ikki minst frá teirra egnu limum - varð hetta gjørt i góðum treysti.
Men ikki skuldi hetta ganga so. Teirra egnu stungu teir i ryggin, skutlaðu so tað neit, løgdu seg út i eina trætu sum teir ikki vóru partur av. Eitt fakfelagsstrið, har tað ræður um samanhald og støðufesti, og ikki um svik og stuldur. Tí stuldur er hetta, tað er vist. Og hvat munnu hetta so vera fyri menn, ið soleiðis stjala seg til eitt arbeiði?
Kan nakar arbeiðisgevari hava álit á teimum og hvør dugur man vera i slíkum monnum tá ið á stendur? Hettar eru jú bjargingarskip, sum higartil hava gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði, og tá ið bjargingar eru fyri, er ikki brúk fyri svíkum. Nei, tá er brúk fyri monnum, ein kann lita á. Monnum, ið tora at taka tøk, tá á stendur.
Og hvat siga fakfeløg til at fáa slíkar limir, ið uttan at blunka, stinga sínar egnu í ryggin. Munnu teir ikki koma á svartalista allastaðni. Jú, hesir sviku og tað so dyggiliga og koma so avgjørt at svíkja aftur.
Og hvat við teimum falnu. Hvussu koma teir burtur úr hesari kreppu aftur. Hettar eru jú familju-menn og forsyrgjarar, ið illa kunnu missa inntøku og sum nú noyðast at leita sær eftir nýggjum arbeiði.
Og hvat sigur landsins leiðsla til stovnsleiðarar, ið stuðla slíkum. Ein má spyrja, um teir eru sína uppgávu vaksnir, ella um teir handla út frá heilt øðrum kriterium og við motivum, ein so dánt torir at hugsa um, tíðansheldur at nevna.
Men vónina má ein ikki missa og væntast má, at á einum framkomnum nútiðarsamfelagi, sum okkara, ber altíð til at finna skilagóðar loysnir, landi og fólki okkara at gagni.
Livst so spyrst.