Gávuhandilin Prýði sleppur ikki longur at vera í Vága Floghavn. Eftir at hava givið Vága Floghavn eitt gott tilboð, hevur Vága Floghavn takkað nei og takkað fyri hugskotið.
Tað er ikki bert Smyril Line ið kennir seg illa viðfarnan av Vága Floghavn. Sum kunnugt var hálva tilsøgnin, sum teir fingu um at selja tollfrítt í floghavnini tikin aftur, og tað sama er galdandi fyri gávuhandilin, Prýði.
Rás2 tosaði Jacobinu Petersen, sum saman við Sonju Johannesen, hevur havt handilin á flogvølllinum í 23 ár, um tær kenna seg illa viðfarnar.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Jacobinu Petersen á Rás2.