Kenna ikki lottomillionerin enn

Hevur framvegis ikki boðað frá

Føroyingurin, sum í gjár vann 15 milliónir í lotto, hevur ikki latið við seg koma enn.

Tað upplýsir Danske Spil, nú vit í morgun ringdu fyri at fregnast, hvussu støðan var.

Tað sigur kortini ikki nógv, um hvørt vinnarin veit, um hann ella hon hevur vunnið, men undir øllum umstøðum hevur viðkomandi ikki ringt til Danske Spil enn.

Og hjá Danske Spil bíða tey í spenningi at hoyra frá komandi millionerinum, eins og tey gjørdu í 2018, tá ein føroyingur vann 20 milliónir.