Kenna einki til hall

- Eg haldi meg minnast eitt ár av 20, at vit ikki fingu samanhang í raksturin, sigur skiparin á Klakki.

Í fleiri ár hevur verið ført fram, at raksturin hjá føroyska heimaflotanum hongur ikki saman. Flestu skipabólkar, sum royna eftir botnfiski í føroyskum sjógvi, geva hall.

 

Soleiðis hevur gongdin eisini verið, tá øll skip í hvørjum skipabólki sær verða tald saman undir einum. 

 

Tá grannskoðaravirkið Januar herfyri hevði sína framløgu um gongdina í fiskiskipaflotanum, var søgan um línuflotan lík henni, sum hon hevur verið tey seinnu árini.

 

- Línuskipini hava framhaldandi havt nøkur vánalig ár, og fíggjarstøðan hjá hesum skipabólki er ikki nøktandi. 

 

Lagt verður aftrat, at verandi gongd kann ikki halda fram, og væntandi er, at skipatalið í hesum bólki fer at lækka enn meira, um viðurskiftini ikki broytast.

 

Soleiðis er myndin, tá øll línuskip verða tikin undir einum.

 

Líggjas Johannesen, skipari á Klakki, sigur, at hjá teimum hevur tað hinvegin verið undantakið, at raksturin ikki hevur hingið saman, tá árið er lokið.

 

- Eg haldi meg minnast eitt ár av 20, at vit ikki fingu samanhang í raksturin, sigur skiparin á Klakki.

 

Hann heldur, at ymiskar orsøkir eru til, at gongdin hjá línuflotanum er so misjøvn, har summi skip hava ilt við at fáa samanhang í, meðan onnur klára seg rímiliga væl.

 

Tað eru brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen, sum skiftast um at føra Klakk. Teir eru á brúnni tveir túrar hvør í senn.