Kenn tíni bróst

Í oktober verður dentur lagdur á bróstkrabba, og tað gera tey eisini í SMS í samstarvið við bólkin Bót til bata.

Skipað verður fyri tiltakinum »Kenn tíni bróst« til tess at kvinnur sjálvar skulu kunna hjálpa til við at fyribyrgja bróstkrabba við at kenna síni egnu bróst. Hagtøl siga, at tíggjunda hvør kvinna í Føroyum verður rakt at bróstkrabba.

– Við at vit sjálvi kunnu læra okkara bróst at kenna, kunnu vit merkja broytingar, ið koma fram tá ið krabbin byrjar, og við hesum kunnu leita okkum skjóta hjálp, siga fyrireikararnir.

Turið Horn, ið sjálv hevur verið rakt av krabba, fer at greiða frá, hvussu vit kunnu læra at kenna okkara bróst at kenna. Eisini hugleiðir hon um fyribrigdið »Fyribyrgjan« sum evni.

Eisini fer Jóhanna Andreasen at halda fyrilestur um evnið »Eitt lív, sum er vert at liva«. Tá krabbin er komin í húsið verður tað ikki bara sjúklingurin, sum verður raktur, men øll familjan.