Tann kendi súkklarin úr Kolumbia, Jarlinson Pantano, er tikin fyri doping. Ein kanning í februar vísti, at hann hevði evnið erythropoietin, eisini kent sum EPO, í blóðinum.
Tað skriva altjóða súkklusambandið, UCI, og lið hansara, Trek-Segafredo, í tíðindaskrivum í dag.
30 ára gamli Jarlinson Pantano hevur vunnið fýra teinar á hægsta støði, harav eini teirra var 15. teinur í heimsins størstu súkklukapping, Tour de France, í 2016.
Jarlinson Pantano er fyribils útihýstur frá súkkling meðan málið hevur sína gongd.
Umframt teinin í Tour de France, so hevur Jarlinson Pantano eisini vunnið teinar í Tour de Suisse og Volta a Catalunya. Hann hevur eisini verið kolumbiskur meistari í einkultstarti.