Ein fundarrøð við kenda prædikumanninum Tom Roberts byrjar í ítróttarhøllini á Skála fríggjakvøldið.
Tað eru samkomur við Skálafjørðin, sum bjóða til stóra møtirøð við kenda prædikumanninum Tom Roberts í ítróttarhøllini á Skála frá fríggjadegnum 1. apríl til og við sunnudagin 3. apríl.
Tom er føddur og býr á Bahamaoyggjunum, har hann í meira enn 50 ár hevur virkað sum evangelistur. Hann vitjaði fyrstu ferð í Føroyum í 1973.
Fyrsti fundurin verður fríggjakvøldið kl 21, síðan verður ein fundur leygarkvøldið kl. 19 og sunnudagin verður minnismáltíð Harrans kl 11 og evangeliskur fundur kl 17, skrivar heimasíðan www.evr.fo.