Í næstu viku kemur kendi norski, sangarin, Hans Inge Fagervik til Føroya at tosa við føroyskar miðnámsskúlanæmingar og at halda konsert.
Tað er Blái Krossur, sum fær hann hendavegin við tí endamáli at at upplýsa miðnámsskúlanæmingum um vandan við rúsevnum og hann fer eisini at hava eina konsert, ímeðan hann er her.
Á Føroyaferðini fer hann at vitja fleiri miðnámsskúlar, umframt ungdómshúsið á Toftum.
Konsertin, hann hevur í Føroyum, er almenn, og hon verður í Løkshøll í Runavík fríggjakvøldið 16. september klokkan 20.
Hans Inge Fagervik er ikki heilt ókendur í Føroyum. Í øllum førum hava flestu føroyingar hoyrt sangirnar hjá norska yrkjaranum og sangaranum. Kendasti sangur hansara man vera Marita, sum hevur verið landaplága í Føroyum og sum eisini er týddur til Føroyskt.
Tað er Kim Hansen, sum syngur føroysku útgávuna, sum eitur Maria
Umframt at nýta síni tónlistarligu evni, hevur Hans Inge Fagervik í fleiri ár verið virkin í fyribyrgjandi arbeiði í Noregi.
Eitt av hesum tiltøkum er tónleika-átakið Rokkur ímóti rúsi, sum hann eisini fer at framføra fyri føroyskum miðnámsskúlanæmingum.