Kendur maður fyllir 67

– Hesin fitti skotin fyllir 67 ár týsdagin 10. mai. Tá verður hann at hitta í Gullhorninum frá kl 10-17:30 og bjóðar kaffi og keks og okkurt gott smúkkutilboð til tey, sum vitja.

 

Soleiðis stendur at lesa á navnasíðunum í Vikuskiftis Sosialinum.

 

Talan er um Leif Erik Niclasen – eisini kallaður Jólamaður, sum seinastu nógvu árini hevur havt handilin Gullhornið í Havn. Leif Erik Niclasen er gullsmiður, men hann er meira kendur frá sínum hjálpararbeiði, har hann savnar inn mat frá matvøruhandlum, sum er um at fara um dagfestingarmarkið og gevur treingjandi fólkum kring landið.