Tjóvar hava í nátt stolið renessansumálning av Jesusi og smábørnum úr kirkjuni í Larvik í Noregi Vil nakar hava ein stolnan málning av Jesusi og smábørnum hangandi á vegginum. Spurningurin er aktuellur, eftir at ein renessansu málningur við hesum motivinum í nátt er stolin í Noregi.
Klokkan hálvgum tvey í nátt ljóðaði alarmurin á brandstøðini í Larvik í Vestfold. Tá ið løgreglan eina løtu seinni kom í kirkjuna, var málningurin, sum er ein tann kendasti kirkjumálningurin í Noregi, burtur. Ein stigi stóð upp ímóti einum vindeyga, har rúturin var brotin.
Norskir miðlar vita at siga, at heitið á málninginum, sum er stolin, er Latið tey smáu børnini koma til mín.
Tað er týski renessansumálarin Lucas Granach tann eldri, sum hevur málað. Tað verður roknað við, at søluvirðið á málninginum, sum til støddar er ein metur hvønn vegin, er 15-20 milliónir krónur. Myndin hevur hingið í kirkjuni, síðani hon var tikin í nýtslu í 1677.
Listfrøðingar halda, at tjóvarnir hava tryggjað sær keypara, áðrenn teir fóru inn í kirkjuna. Tí tað verður mett at vera lítil og eingin møguleiki fyri at selja so kendan málning á almenna marknaðinum.
- Tann, sum fer at hava júst henda málningin hangandi, átti at fingið ringan smakk í munnin hvørja ferð hann hyggur upp á motivið av Jesusi og teimum smáu børnunum, heldur Terje Fonk próvstur.
Løgreglan sigur seg standa á berum í hesum sjáldsama máli.










