Kendur konsertpianistur á pall í Føroyum

Verk eftir Grieg, Ravel, Chopin og Balazs verða á skránni, tá kendi konsertpianisturin Torsten Juul-Borre fer á pall seinni í vikuni.

Torsten Juul-Borre er sera virkin sum konsertpianistur bæði í Evropa og USA. Eisini hevur hann spælt konsertir á fleiri av gomlu, søguligu orglunum í Evropa.

Tað er konsertfelagið, sum skipar fyri konsertunum við Torsten Juul-Borre.

Í skrivi vísir konsertfelagið til orðini hjá Torsten Juul-Borre: ?Music is wrought with beauty and with logic? og leggur afturat, at gjøgnum sínar framførslur strembar Borre eftir at endurgeva ?gleðina, dýpdina og kraftina? eins og hann upplivir tað í klaverspæli, sum bindur áhoyraran heilt til síðsta tóna.

Torsten Juul-Borre er føddur í Minnesota. Sum tannáringur gekk hann á The Music Academy in the West í Santa Barbara, har hann lærdi hjá Dr. Reginald Stewart. Hann vann fyrsta pláss í Alice Nelson Scholarship Competition og framførdi við San Luis Obispo Symphony sum 16 ára gamal.

17 ára gamal slapp hann inn á Musikkkonservatoriið í Keypmannahavn. Har var hann í sjey ár hjá lærarum sum Arne Skjold Rasmussen og Kjell Olsson, við klaver sum høvuðsgrein. Á konservatoriinum fekst hann eisini við kammartónleik, undirspæl og orgulspæl. Í Keypmannahavn framførdi hann til konsertir í Tivoli og Summarkonsertirnar í Charlottenborg.

Á konsertunum í Føroyum fer Torsten Juul-Borre at spæla verk eftir Edvard Grieg, Maurice Ravel, Frederic Chopin og eina sonatu av ungaranum Frederic Balazs.

Konsertirnar verð hesar

Hósdagin 3. septembur kl. 20 í Mentunarhúsinum í Fuglafirði.

Leygardagin 5. septembur kl. 16 í Norðurlandahúsinum.