Í sambandi við at Jákup Ziskason fer frá sum lærari á Kokkaskúlanum, var móttøka á Klaksvíkar Sjómansskúla í gjár millum kl. 15 og 17; har hópin av fólki nýtti høvi at heilsa uppá Jákup og takka honum fyri gott arbeiði og annars ynskja honum eina góðan framtíð.
Eisini kom fram hvussu nógv og ymisk tiltøk innan kokkayrkið Jákup hevur skipað fyri og sett á stovn, og at hann hevur hópin av frítíðaryrkum, so sum seyð, skiing og fótbólt, at ganga uppí.
Kokkaskúlin hevur verið partur av Klaksvíkar Sjómansskúla til 1. august 2010, tá hann varð lagdur undir Tekniska Skúla í Klaksvík – Heitið eftir útbúgvingina er nú marvøruástøðingur. Í løtuni ganga 28 næmingar til hesa útbúgving, sum eru býttir upp í tveir flokkar. Næmingarnir halda til á Klaksvíkar Sjómansskúla og eru bert fríggjadag á Tekniska Skúla.
Mynd: Dávur Winther