Hóast høga aldurin er Magnus at síggja hvønn dag í hýruvogni sínum og á
bilstøðini Auto. Hann hevur koyrt hýruvogn í Havn síðan miðskeiðis í
40-unum, og kennir hann býin sum sín buksulumma.
Magnus er hvalvíkingur. Sum ungur fór hann til skips og sigldi eina tíð,
áðrenn hann fór at koyra hýruvogn.
Hann koyrdi á bilstøðini hjá Finni Hansen í Tróndargøtu í 40-unum og seinni á Bilstøðini í J.C. Svabosgøtu.
Magnus var ein av fyrsu partaeigarunum í bilstøðini Taxa í Kongagøtu, sum tann 1. mai 1953 bleiv løgd saman við Bilstøðini. Í 1955 skifti støðin navn til Auto.
Magnus er giftur við Elisabeth, f. Eliasen, ættað av Kirkju í Fugloy. Børnini eru: Hanus og Guðni, sum búgva í Havn, og Anna Maria, sum býr á Argjum.
Føðingardagin er Magnus burturstaddur.