Kendur frásøgumaður deyður

Í sløk 30 ár hevur hann starvast sum ítróttarjournalistur og frásøgumaður í donskum miðlum, men seinastu árini hevur Jens Jørgen Brinch verið sjúkur av krabbameini. Í nátt doyði hann 57 ára gamal.

 

Jens Jørgen Brinch hevur skrivað nógvar greinar, sum føroyskir fótbóltsfjepparar hava lisið í Tipsblaðnum, og hann hevur sagt frá nógvum fótbóltsdystum, sum eisini føroyingar hava hugt at í sjónvarpi – eitt nú á TV3.

 

Í 2006 gjørdist Jens Jørgen Brinch sjúkur av krabbameini í tarmunum, og sjúkan versnaði nógv seinastu tíðina. Seinastu mánaðirnar hevur Jens Jørgen Brinch ikki fingið viðgerð, tí læknarnir hildu ikki, at teir kundu gera meira.

 

- Læknarnir hava uppgivið meg. Eg havi fingið nógva viðgerð gjøgnum tíðina, men nú orkar livurin hjá mær ikki meira. Teir kunnu ikki gera meira fyri meg, segði Jens Jørgen Brinch við Ekstrablaðið í apríl.

 

Jens Jørgen Brinch hevur seinastu tíðina havt farloyvi frá sínum starvi á TV3 Sport.