Kendur filmur í Kristnastovu í Keypmannahavn fríggjakvøldið

Á møtinum fríggjakvøldið 17. apríl kl. 20 verður filmurin FIREPROOF vístur í Kristnastovu. Filmurin kom út fyrr í ár og er blivin sera væl móttikin. FIREPROOF er ein sera væl gjørdur og væl spældur filmur um eitt hjúnaband í stórum trupulleikum. Filmurin er um ein djarvan sløkkiliðsmann, sum hevur trupulleikar í hjúnarbandinum. Heldur enn at geva skarvin yvir velir hann tó at taka av avbjóðingini hjá pápa sínum um at bjarga hjúnabandinum innan 40 dagar.

 

Av tí at filmurin byrjar umleið klokkan 20, er sjálvandi neyðugt at vera í góðari tíð. Kristnastova bjóðar køkur og kaffi.

 

Her ber til at síggja reklamuna fyri filmin: www.fireproofthemovie.com