Talan er um Linkin Park, ið hevur kend løg sum Numb, In The End og Bleed It Out. Bólkurin skal spæla á Skive Festivalinum, sum hvør ár er í danska býnum, Skive. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Linkin Park vitjar á Skive Festivalinum. Í 2008 vóru teir eisini og høvdu eina væleydnaða konsert á festivalinum.
Ongin ivi er um, at Linkin Park er størsta navni á festivalinum. Tískil er bólkurin eisini vorðin valdur sum høvuðsnavn.
Linkin Park hevur eisini áður spælt í Herning og í Keypmannahavn.
Bólkurin hevur selt ikki minni enn 50 milliónir fløgur í øllum heiminum, síðani fyrsta fløgan kom út í 2000. Hon æt Hybrid Theory.
Skive Festivalurin verður hildin 30. mai til 2. juni. Onnur nøvn, ið eisini fara at hava konsertir, eru Robyn, Magtens Korridorer og Medina.
Skrivað hevur Neli Heldarskarð