Kendu seg kroystar at vinna

Eftir sigurin á Jóansøku halda teir umborð á Jarnbardi vánir vera fyri at vinna FM, men teir ásanna, at kappingin verður stór

Hóast hetta er fyrsta árið, at teir manna Jarnbard, so er talan um roynda manning, sum leygardagin gjørdist triði vinnarin í kappingini millum 6?mannaførini við monnum og harvið so at siga tók sigurin frá vágbingum umborð á Smyrli, sum vóru einasta vónin hjá suðuroyingum fyri sigri á Jóansøkuni.
Teir umborð á Jarnbardi hava verið framvið á hinum stevnunum, og sigurin og harvið tey sjey stigini á Jóansøku bera við sær, at teir bara eru trý stig aftanfyri Smyril.
? Vit vóru greiðir yvir, at um spenningurin um FM heitið skuldi varðveitast, so var neyðugt hjá okkum at fáa fult hesa ferð. Vit vóru sera uppsettir, og sjálvandi eru vit ovurfegnir um, at tað eydnaðist. Hetta hevur við sær, at tað verður rættuliga spennandi at rógva aftur leygardagin, sigur Leivur Johannesen, sum er annar av toftimonnunum og bátsformaður umborð á Jarnbardi.
Hvat høvdu tit gjørt undir venjing fyri at økja um møguleikan at vinna?
? Talan var bara um at justera smálutir. Tað ber ikki til at venja so nógv, nú tað er so stutt millum kappingarnar, men munurin hevur fleiri ferðir verið so lítil, at tað telur nógv at fáa smáar lutir justeraðar.
Eru tit á FM kós?
? Smyril liggur framvegis best fyri, og kappingin á Jóansøku vísti, at umframt okkum og Smyril kunnu Páll Fangi og Strálan gera seg galdandi í teimum trimum kappingunum, sum framvegis eru eftir. Men sigurin hjá okkum í Suðuroy ber við sær, at tað er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu vinna FM ella ikki.
Nær vóru tit greiðir yvir, at tit høvdu vunnið?
? Vit vóru væl við allan vegin, og á fyrsta teininum kappaðust vit við Páll Fanga, sum fekk besta startin av øllum. Men vit vistu eisini, at í undanfarnu kappingunum hava teir umborð á Smyrli havt ein framúr endaspurt. Vit hildu okkum vera fyrstar á mál, og tað vísti seg tíbetur, at sjálvt um Smyril hevði góðan endaspurt, so høvdu vit nóg mikið at geva av. Munurin var ein stórur skutur, so tað var rættuliga tætt, ásannar Leivur Johannesen.
Tá ið Jarnbardur kom aftur til Havnar varð skipað fyri móttøku í Knørra neystinum. Knørrafelagið, sum Jarnbardur er partur av, heldur til í neystinum undir Kolagarðinum hjá Valdemar Lützen við síðuna av skeiva pakkhúsinum. Har var suppa at fáa leygarkvøldið, og teir umborð á Jarnbardi halda, at tað eru vánir fyri suppu aftur nú leygarkvøldið, men so skulu smáu marginalirnir aftur vera í parti við teimum.

Nógvar royndir
Fleiri, sum eru við til at manna Jarnbard, hava áður verið við til at vinna FM, men teir hava ikki verið við til at manna Jarnbard áður. Um tað fer at eydnast Jarnbardi at vinna FM, so verður tað fyrsta ferðin yvirhøvur, at Jarnbardur við monnum vinnur FM. Kvinnurnar hava fleiri ferðir víst, at tað er einki í vegin við bátinum.
Fleiri av manningini hava áður vunnið FM við Havnarbátinum, og onkrir hava vunnið FM við Gongurólvi og Sílinum. Talan er harvið um rættuliga roynda manning. Elsti maðurin er 30 ár, og tann yngsti er 24. Miðalaldurin man liggja um 25?26 ár. Teir, sum manna Jarnbard, og sum vunnu á Jóansøku leygardagin, eru hesir: Jóhan Joensen ? Jóhan Hansen, Andreas Poulsen, Jákup Zachariassen, Thomas Christiansen, Heini Tausen og Leivur Johannesen.