Kendir menn á ókendum gøtum

Eitt av forkunnugu tónlistarligu innsløgunum á Planet Awards vóru nakrir bluestónar frá nøkrum monnum, sum mest hava gjørt seg innanfyri aðrar greinar. Eisini Lív Næs setti dám á kvøldið við síni eyðkendu rødd

Petur Háberg og Andreas Dalsgarð hava verið nógv frammi seinastu árini innanfyri popp- og rocktónleikin. Petur Háberg í stóran mun við egnum bólki, Bet You Are William, meðan Andreas Dalsgarð hevur verið partur av eitt nú The Ghost, The Story Ends og Bet You Are William hjá Peturi Háberg.

Mikukvøldið royndu teir seg, saman við eini royndari rottu, fyri fyrstu ferð sum bluestónleikarar á Planet Awards. Uni Debes er í rættiliga stóran mun harra Blues í Føroyum. Við bólkum sum Go Go Blues, ið vann Prix Føroyar, ella Atlantic Music Event, sum tað tað róptist í 2005, og Headace Blues Treo hevur hann slóað fyri á føroyska bluespallinum seinastu mongu árini.

Trioin var eitt rættiliga fríkst og innslag, tveir gittarar, einar trummur og tríggjar ymiskar, men góðar røddir. Uni Debes og Petur Háberg eru væl kendir sum sangarar, meðan Andreas Dalsgaard higartil oftast hevur latið trummustikkararnar talað. Spell, tí maðurin hevur eina frálíka rødd. Tað hevur prógvaði hann á ólavsøkukabarettini í ár, tá hann taldist millum tónleikararnar, og tað hevur hann eisini staðfest á fløguni hjá The Ghost, har hann syngur nakrar reglur.

Uni, Petur og Andreas spældu bæði blues og eisini løg, sum Petur Háberg og aðrir hava gjørt í samband við konsertferðina Í Egnar Hendur, sum var fyrr í ár.


rolant@sosialurin.fo