Kendir málverjar á barr

Í Landskrona stóðu teir í hvør sínum máli. Jens Martin Knudsen fyri Føroyar og Michael Konsel fyri Eysturríki. Í vikuni møttust teir á barr og prátaðu um gamlar dagar.

 

Fyri fleiri av eysturrísku spælarunum er dysturin móti Føroyum størsta skommin teir hava upplivað á einum fótbóltsvølli. Táverandi landsliðsvenjarin, Josef Hickersberger, hevur millum annað forbjóðað Jens Martini at taka lut í uppvísningsdysti í Eysturríki, fyri ikki at blíva mintur á dystin, ið kostaði honum starvið.

 

Michael Konsel, sum í dag er nógv framm í fjølmiðlunum og hevur millum annað eina klummu í Krone, er ikki so bittur um dystin í Landskrona. Hann tók móti Jens Martini við einum stórum smíli, tá ein myndamaður hjá blaðnum vildi hava teir báðar á mynd.

 

- Eg gjørdi eina samrøðu við ein av mest virdu ítróttarskrivarunum her í Eysturríki, og teir vildu so hava okkum at møtast. Tað var bara stuttligt, greiður Jens Martin frá.

 

Klumman hjá Michael Konsel, sum eitt skifti spældi við italska AS Roma, er á somu blaðsíðu sum samrøðan við Jens Martin. Í greinini skrivar Michael Konsel, at hann hevur havt tað verri eftir at hava tapt onkrar finalur, enn hann hevði tað eftir tapið í Landskrona.

 

At enda í greinini spyr ítróttarskrivarin Jens Martin, um tað er nakar møgueliki fyri einum slíkum skelki aftur, sum 12. septembur 1990.

 

- Sjálvt um Eysturríki er greiður favorittur, so skalt tú ikki vera bilsin um vit fáa eitt stig, sigur Jens Martin Kundsen, sum óiva er millum kendastu menninir í Wien í hesum døgnum.