- Tað er her, Várharra byrjaði at skapa heimin, og hann brúkti 80 prosent av búskettinum her. Her er eitt sindur fyri hvønn smag her, og tað er veruliga flott.
Soleiðis sigur danski sjónleikarin, Nicolaj Kopernikus, um sítt fyrstahondsinntrykk av Føroyum. Hetta er í einari nýggjari sending hjá TV2, har vælkendi sjónvarpsverturin Hans Pilgaard hevur bjóðað teimum báðum sjónleikarunum Ditte Hansen og Nicolaj Kopernikus ein túr til Føroya.
Hans Pilgaard hevur verið í Føroyum fleiri ferðir fyrr, og nú skulu Ditte og Nicolaj royna seg í føroysku náttúruni og mentanini. Pilgaard gevur teimum báðum ymsar avbjóðingar, har tey skulu royna ymiskt og gita prísir á øllum møguligum.
Fyrsta avbjóðingin er at eta skerpikjøt, og so skulu tey hvør í sínum lagi gita, hvussu nógv eitt tjógv av skerpikjøti á tvey kilo kostar.
Seinni fara tey at vitja matstovuna Ræst, har tey millum annað fáa grind og spik. Tey fóru mett út aftur og vóru sera væl nøgd við matin, tey fingu borðreitt. Avbjóðingin her var at gita, hvussu nógv fimmrættaða matskráin kostaði. Tey fara eisini ein túr til Vestmannar, har tey fara út at fiska við einum báti, har tey stuttleika sær óført.
Til ber at síggja sendingina her á TV2 Play, men tað krevur, at tú hevur brúkara. Hetta er ein partur av sendingini "Sæt pris på Danmark".