Kenda fiólin av Titanic funnin

Fiólin, sum sum orkesturleiðarin spældi á, tá Titanic fór til botns, er komin undan kavi.

Fiólin, sum Wallace Hartley spældi á, tá Titanic sakk í 1912, hevur verið hildin at verið horvin í havsins dýpi.

 

 

 

Ikki fyrr enn í 2006 kom vónin aftur, tá sonur ein tónleikara, sum hevði fingið fiólina frá fióllærara sínum, fann hana fram av loftinum.

 

 

Eftir 10 ára royndir fyri at vita og prógva, at talan er um rætta ljóðførið, tykist prógvað, at hetta er fiólin, sum Hartley spældi lagnunáttina.

 

 

Fiólin er í góðum standi, hóast útsett fyri saltan sjógv í 10 dagar eftir at Titanic sakk.

 

 

Ein graverað silvurpláta í botninum á ljóðførinum hevur hjálpt til at sannføra serfrøðingar um, at talan er um rætta ljóðførið. Fiólin sigst hava stórt virði, og verður sýnd fram í Belfast City Hall í næstum, og verður væntandi sýnd kring heimin eisini.

 

 

Løtuna eftir, at Titanic sigldi á eitt ísfjall 14. apríl í 1912, fekk orkesturleiðarin Hartley boð um at savna orkestrið, og spæla tónleik, fyri at fólk skuldu kenna seg rólig.

 

 

 

Teir 8 tónleikararnir spældu á kalda skipsdekkinum, meðan fólk fóru í bíðirøðir til bjargingarbátarnar.

 

 

 

Kenda søgan sigur, at orkestrið spældi so longi, tað á nakran hátt var gjørligt, og at teir endaðu við sálminum Nærri mín Guð til tín.

 

 

Orkesturmanningin misti lív, eins og 1500 onnur av manningini og ferðandi við Titanic.



Líkið av Hartley fann skipið Mackay Bennet, og sigst, at ljóðførið var bundið til kroppin á honum. Alt bendir nú á, at hann hevur bundið leðurtaskuna, við fiólini í, at sær.

 

 

 

Fram er eisini komið eitt telegramm, sum Maria Robinson, unnusta hjá Hartley, sendi, har hon ynskti at fáa fiólina hjá Hartley aftur. Hon hevði givið honum fiólina.

 

 

 

Langa søgan eftir hetta er í stuttum, at fiólin varð latin Frelsunnarherinum, har ein tónleikalærari fekk hana. Mamma núverandi eigara hitti tónleikalæraran í 1940 árunum,og fekk fiólina.