Eitt nýtt bókmentaligt íkast til jólahandilin er komið í bókabúðirnar. Tað er bók eftir týska rithøvundan Erich Maria Remarque, sum Ása Højgaard Ellefsen hevur týtt úr týskum Bókin hevur á føroyskum fingið heitið Náttin í Lissabon. Upprunaheitið er Die Nacht von Lissabon
Erich Maria Remarque var háttvirdur týskur rithøvundur, sum var borin í heim í Osnabrück í Týsklandi í 1898 og doyði í Sveits í 1970. Hann skrivaði nógvar kendar bøkur, ið serliga viðgjørdu teir báðar heimsbardagarnar og tær menniskjaligu líðingarnar í kjalavørrunum av teimum.
Millum hansara kendastu bøkur eru Im Westen nichts Neues (1928), Arch de Triomph (1945), Der schwarze Obelisk (1956) og Die Nacht von Lissabon (1963), og sum er einasta bók hansara, ið er komin út á føroyskum.
Náttin í Lissabon er um ein mann, sum saman við konu sínari er flýddur úr Týsklandi, og sum eins og túsundtals onnur flóttafólk er endaður í Lissabon, sum er einasta og seinasta vónin um at bjarga lívinum við at sleppa umborð á eitt skip til Amerika.
Eitt myrkt kvøld stendur hann á eini kei og starir at einum skipi, ið skal fara dagin eftir. Hann hevur hvørki pening ella innferðarloyvi, men við eitt kemur ein fremmandur og bjóðar honum tveir ferðaseðlar, men við einari treyt.
Hin fremmandi vil ikki vera einsamallur hesa náttina. Hann vil sleppa at siga søgu sína fyri onkrum ? søguna, sum byrjar, tá konan og hann flýggja úr Osnabrück í 1933, og endar hetta kvøldið í Lissabon.