Kend modell til Føroya

Oliver Bjerrehuus, sum er ein kend donsk modell, kemur til Føroya um vikuskiftið.

 

Hann er eitt nú kendur fyri at umboða tey stóru mótanøvnini, og hevur verið eitt kent andlit á mótapallum kring heimin í mong ár.

 

Saman við honum kemur føroyska unnustan Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard, sum eisini hevur verið modell.

 

Oliver Bjerrehuus og Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard verða gestir í sendingini hjá Ràs2, Hvonn Live, og Rás2 skrivar á heimasíðuni, at Oliver Bjerrehuus fer millum annað at tosa tíðina í New York, har ferðin var stór og upplivingarnar nógvar.