Kend mótmæla kríggi

Meiri enn hundrað kendir amerikanarar hava skrivað undir eitt mótmæli ímóti ætlanini um kríggj við Irak.

Tað eru ikki bert amerikanskir andstøðupolitikarar, sum ivast í ætlanini hjá George W. Bush, forseta at leypa á Irak.

Nú hava meiri enn hundrað kendir amerikanarar skrivað undir eitt mótmæli ímóti ætlan forsetans. Millum teirra, sum hava skrivað undir mótmælisskrivið, eru Hollywood-stjørnurnar Kim Basinger, Matt Damon, Ethan Hawke, Samuel L. Jackson, Uma Thurman, Martin Sheen og Jessica Lange.

Eisini fyrrverandi admiralurin Eugene Carroll og fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Irak, Edward Peck, hava skrivað undir mótmælið.

Mótmælisskrivið varð almannakunngjørt á einum tíðindafundi í gjár. Tað er ein felagsskapur ímóti kríggi, sum stendur fyri tiltakinum, Á odda fyri felagsskapinum standa filmsleikararnir Anjelica Huston og Mike Farrell.